Um Berg Hestar

Tað eru hjúnini, Leif Berg og Jacklin Durhuus, sum eiga og reka Berg Hestar.

Leif er væl kendur í rossaverðini, og hevur verið tað í nógv ár. Hann fekk sín fyrsta hest, Skemming, sum 12 ára gamal. Hann hevur vunnið manga kappríðing í síni tíð – og eisini nógvar gongulagskappingar.

Leif byrjaði Berg Hestar sum ítriv í 1991 við trimum rossum. Tá bar til at ganga til ríðing beint við síðuna av Bónus í Marknagili.

Men virksemið vaks stútt og høllin við tilhoyrandi fjósi stóð liðug liðug í 2001 uppi við Oyggjarvegin. Í 2008 vórðu húsini bygd upp í høllina. Í dag húsast hjúnini og sonur teirrra, Bergur, sum var føddur í 2005, í hugnaligu húsunum við Oyggjarvegin.

Jacklin kom í rossaverðina í 2001 og hevur verið stak virkin á rossabaki síðani tá. Hon hevur millum annað gjørt seg galdandi í óteljandi gongulagskappingum á íslendskum rossum og verið sera virkin í Føroyskum Íslandsrossafelagi.

Leif og Jacklin hava í yvir 20 ár skipað fyri ríðitúrum á íslendskum rossum. Túrarnir eru ymiskir og verða tillagaðir eftir veðri og vindi og førleikum hjá luttakarunum. Riðið verður á gøtunum í Havnardali og í fjøllunum omanfyri Havnina. Eisini verða longri túrar gjørdir, bæði suður ímóti Kirkjubø og norðureftir.

Í dag hava Berg Hestar fult fjós – 21 fitt, íslendsk ross heilsa tær, tá tú kemur á gátt uppi við Oyggjarvegin.