Ríðiskúlin er frá mánadegi til fríggjadag eftir kl. 16. Riðið verður í áleið 45 min. Prísurin er fyri eitt skeið uppá 4 vikur.
Vit leggja dent á at ríðingin gongur fyri seg í tryggum og róligum umhvørvi. Børnini læra at vera um rossini, strigla (busta), saðla, ríða rossið og at saðla av.
Ríðiundirvísingin gongur mest fyri seg í okkara ríðihøll. Tá børnini eru nóg trygg, og veðrið er gott, fara vit onkran túr út í náttúruna.
Systkinaavsláttur verður givin, um fleiri systkin eru á ríðiskúlanum. 100 kr. Í avsláttri fyri hvørt barn um mánaðin).
Um hetta hevur áhuga, vinarliga ring til Jacklin á tlf. 226211.
Legg til merkis, at ofta eru skeiðini fullteknað. Tá ber til at koma á bíðilista.