Persónsdátapolitikkur

Yvirlit

Hesin persónsdátapolitikkurin greiðir frá, hvussu Berg Hestar (“vit,” “okkara” ella “okkum”) savnar og brúkar tínar dátur, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu.

Upplýsingar, vit savna

Málstillingar

Vit goyma títt valda mál (enskt ella føroyskt) í LocalStorage í tínum kaga.

Hetta verður bert brúkt til at minnast tað málið, tú hevur valt og vísa røttu útgávuna av heimasíðuni.

Hesar upplýsingar eru ikki persónliga tongdar at tær og verða bert goymdar á tíni eind.

Upplýsingar á oyðublað

Tá tú sendir eitt oyðublað (fyrispurning), savna vit tær persónligu upplýsingarnar, tú hevur skrivað inn í oyðublaðið - harímillum navn, teldupost, telefonnummar, aldur, vekt og ríðiførleikar, bert so at vit kunnu samskifta við teg.

Hesar upplýsingar verða sendar okkum umvegis teldupost og verða ikki goymdar á okkara heimasíðu.

Vit brúka bara hesar upplýsingarnar til at svara tínum fyrispurningi ella umbøn.

Tá tú sendir eitt oyðublað, góðtekur tú, at upplýsingarnar, tú hevur skrivað inn, verða sendar til okkara, so at vit kunnu samskifta.

Tøkniligar upplýsingar

Okkara heimasíða nýtir Google Fonts, sum kann savna tína IP-adressu, fyri at tú skalt síggja fontin (skriftina).

Hesar dátur verða viðgjørdar av Google Fonts sambært teirra Privacy Policy.

Vit nýta ikki farspor (cookies) til tracking, greining ella marknaðarføring.

Hvussu vit brúka tínar upplýsingar

Vit brúka tær innsavnaðu upplýsingarnar til:

  • At vísa heimasíðuna á tínum valda máli.
  • At svara tínum fyrispurningum og at samskifta við teg.