Ein øðrvísi møguleiki til tykkara, ið vilja hava eina uppliving í felag úti í føroysku náttúruni á rossabaki, njóta góðan mat og samveru.
Fyri minst 6-8 fólk.
Riðið verður úr Havn til Velbastaðar á góðu og róligu íslandsrossunum hjá Berg Hestum. Farið verður eftir nýggjum og gomlum hagagøtum, ið øll megna. Á Velbastað bjóðar Heimablídni hjá Onnu og Óla eina fjølbroytta máltíð í heimligum umhvørvi. Íblásturin kemur frá tí siðbundnu føroysku matgerðini.
Vertir á túrinum:
Jacklin Durhuus og Leif Berg hava seinastu 20 árini bjóðað ríðitúrar á íslendskum rossum á gøtunum í Havnardali og har um leiðir.
Anna og Óli Rubeksen eru bøndur og hava 150 áseyðir í Lambhaga á Velbastað. Tey leggja dent á at nýta tilfeingið á garðinum og aðrar føroyskar rávørur og bjóða til borðs heima hjá sær í Gerðinum.
Viðurkenning í 2016:
Ríð & Et hevur frá ferðavinnuni fingið heiðursløn fyri burðardygd í ferðavinnuni – fyri at gagnnýta møguleikarnar í føroysku náttúruni og brúka tað tilfeingið, sum Føroyar hava. Grundgevingin er grundað á, at ross verða brúkt til flutning, og at rávøran kemur úr nærumhvørvinum.
Ríð & Et er ársins átak fyri burðadygd í ferðavinnuni 2017
Á Ferðavinnustevnuni í 2016 var tilboðið Ríð & Et hjá Berg Hestum og Heimablídni hjá
Onnu & Óla Rubeksen kosið ársins átak fyri burðardygd í ferðavinnuni við grundgevingini:
“Tú fært eina øðrvísi náttúruuppliving og burðardygd í øllum liðum. Einki bensin, bara frísk luft og fuglaljóð. Bert staðbundin føroyskur matur og mentan úr nærumhvørvinum.
Burðardyggari verður tað ikki.”