Barnatúrur
– BØRN SKULU VERA FYLT 7 ÁR
Minst
7
ár
Max 90 kg
500 kr.
fyri hvønn
Barnatúrar verða gjørdir eftir avtalu. Túrurin gongur “Runt Fjallið”, sum vit rópa tað.
Túrurin tekur umleið 45-60 min. Vaksin kunnu eisini koma við hendan túrin.
Óvon – frá ongum til 6 mánaða ríðiskúlaroyndir/ríðing.
Eitt sindur von – minst 6 mánaða ríðiskúlaroyndir/ríðing, duga at geva rossinum tekn.
Von – hava riðið í minst 4 samanhangandi ár – minst eina ferð um vikuna. Eru trygg við og hava skil á øllum gonguløgum úti í náttúruni.
Sera von – tað sama sum VON, men tekniskt á hægri støði (skilja og duga at samla rossið), og eru trygg við og hava skil á øllum gonguløgum úti í náttúruni.