Kunning og treytir
  • Ríðitúrarnir eru fyri vaksin og børn frá 7 ára aldri.
  • Okkara ross kunnu bera fólk, sum viga í mesta lagi 90 kg.
  • Ríðing inni og úti og annars alt uppihald hjá Berg Hestum er upp á egna ábyrgd.
  • Vit tilmæla, at tit eru í góðum klæðum, sum tola at blíva skitin, langbuksur, einar góðar skógvar/stivlar, gjarna við góðum, føstum botni, og ein góðan jakka. Um tað regnar illa, ber til at læna regnklæði frá okkum.
  • Tað er eitt krav, at øll eru í ríðihjálmi – teir kunnu lænast frá okkum.
  • Møt gjarna í góðari tíð, tað tekur eina løtu at gera alt klárt til túrin.
  • Tað er ikki loyvt at ríða við ryggsekki.
  • Fylg altíð vegleiðing frá okkara dugnaligu og hjálpsomu starvsfólkum.