No items found.
Ríðing fyri fólk við tarni
– FYRI FÓLK VIÐ RØRSLU- OG/ELLA MENNINGARTARNI
Minst
7
ár
Max 90 kg
fyri hvønn

Vit bjóða ríðing fyri fólk, ið hava rørslu- og/ella menningartarn.

Ríðing hevur nógvar fyrimunir bæði sálarliga og likamliga. Ríðing stimbrar bæði rygg og kroppsligu javnvágina. Samvera við rossum styrkir eisini um sjálvsvirðingina og sjálvsálitið..

Vit hava drúgvar royndir við ríðing fyri fólk, ið bera brek, og hava tískil alla útgerð, so sum rampu og lyftu til teirra, ið ikki megna at koma á rossabak sjálv.

Tá riðið verður, gongur eitt starvsfólk altíð við síðuna av rossinum ella leiðir tað. Um talan er um eitt barn, ið ikki sjálvt megnar at sita á rossinum, kann eitt av okkara starvsfólkum sita á rossinum saman við barninum.

Um hetta hevur áhuga, vinarliga ring:

226211

Ríðiførleikar

Óvon – frá ongum til 6 mánaða ríðiskúlaroyndir/ríðing.

Eitt sindur von – minst 6 mánaða ríðiskúlaroyndir/ríðing, duga at geva rossinum tekn.

Von – hava riðið í minst 4 samanhangandi ár – minst eina ferð um vikuna. Eru trygg við og hava skil á øllum gonguløgum úti í náttúruni.

Sera von – tað sama sum VON, men tekniskt á hægri støði (skilja og duga at samla rossið), og eru trygg við og hava skil á øllum gonguløgum úti í náttúruni.

Fyll út og send fyrispurning
Takk fyri! Vit hava móttikið tín fyrispurning og venda aftur skjótast møguligt.
Oops! Something went wrong while submitting the form.