Byrjað verður kl. 10 um morgunin. Túrurin verður lagdur eftir, hvussu veðrið er á degnum. Og møguliga hvussu veðrið hevur verið dagarnir frammanundan, um nógv avfall hevur verið.
Viðhvørt ríða vit suðureftir ímóti Kirkjubø, og onkutíð verður farið norðureftir, har vit kanska eisini ríða eftir Velbastað-fjøllunum.
Vit eru heima aftur uml. kl. 15-16
Í minsta lagi 5 fólk og í mesta lagi 10 fólk.
Matpakki er við í prísinum.