Okkara ross
Vit hava 21 fitt íslendsk ross í fjósinum. Tú kanst hitta nøkur av teimum her:
Flygill
Heilsa upp á fitta Flygill. Hann er so stak fittur, og hesin lítli fýrurin er altíð við uppá ein ríðitúr við okkara smærru gestum og børnum. Hann tøltar fyri tað mesta og er sera góður at sita á.
Kappi
Kom og lær Kappa at kenna. Kappi er sterkur, og vit brúka hann til meira roynd reiðfólk og høg fólk. Eftir ríðitúrin er hann tann fyrsti, sum biddar rossabomm. Honum dámar at klemmast og stjelur bæði hoyggj og hjarta títt.
Bílegg ein túr við okkum á einum av okkara íslendsku rossum.
Spaði
Ein heilsan frá Spaða frá Múla. Spaði er "abbin" í fjósinum, og okkara álit, tá talan er um ríðing fyri fólk við tarni. Hann er ein vísur hestur, og hin rossini hava virðing fyri honum. Spaði er stórur og róligur, og sum 22 ára gamal fer hann enn ríðitúrar og riggar væl til størri fólk. Kom við okkum ein túr og hitt Spaða og hini rossini – og uppliv teirra serligu eyðkenni.
Gangur
Heilsa uppá Gang frá Miðdali. Gangur hevur so flott, sítt faks. Men umframt at hann er vakur, so er tað ein fragd at ríða hann. Við sínum 17 árum riggar hann bæði til byrjarar og royndari reiðfólk, sum øll lættliga fáa hann at tølta.
Tvistur
Sig hey við Tvist frá Hólum. Tvistur verður kerliga róptur "gamli gubbin", og riggar óvanliga væl til børn og løtt fólk. Hóast hann er 23 ár, dámar honum væl at spæla uttanfyri við yngri ross, og hann er púra róligur og í góðum formi til ei túr. Skriva endiliga, um tú hevur hug at koma ein túr við okkum.