No items found.
Vikuskifti
– FYRI VON OG ÓVON
Minst
7
ár
Max 90 kg
2.200-2.600 kr.
fyri hvønn

Koma fríggjakvøld kl. 19:

– Fáa okkurt lætt at eta og finna sovipláss. Síðani gongur leiðin út í fjósið at finna rætta rossið til vikuskiftið.

– Riðið verður eitt sindur inni í høllini.

Leygardag:

– Eta morgunmat, smyrja matpakka.

– Umleið kl. 10 verður farið út í fjósið at saðla. Vit ríða ein dagstúr. Túrurin verður lagdur eftir, hvussu veðrið og umstøðurnar eru á degnum. Vit eru heima aftur umleið kl. 15- 16

– Eta døgurða kl. 18, og so er hugni fyri rest.

Sunnudag:

– Eta morgunmat og ríða ein túr uppá 1½ tíma.

Farið verður heim umleið kl. 15.

Ríðiførleikar

Óvon – frá ongum til 6 mánaða ríðiskúlaroyndir/ríðing.

Eitt sindur von – minst 6 mánaða ríðiskúlaroyndir/ríðing, duga at geva rossinum tekn.

Von – hava riðið í minst 4 samanhangandi ár – minst eina ferð um vikuna. Eru trygg við og hava skil á øllum gonguløgum úti í náttúruni.

Sera von – tað sama sum VON, men tekniskt á hægri støði (skilja og duga at samla rossið), og eru trygg við og hava skil á øllum gonguløgum úti í náttúruni.

Fyll út og send fyrispurning
Takk fyri! Vit hava móttikið tín fyrispurning og venda aftur skjótast møguligt.
Oops! Something went wrong while submitting the form.